Ungdómsskótar

Ungdómsskótar eru í aldrinum 8. skúlaflokk og eldri. Fundartíðin sæst á forsíðuni og leiðarnir undir “Um okkum, Leiðarar og bólkaráð”.

Vit fáast við ymist virksemi, sum er bæði stuttligt og lærandi.

Viðtøkur fyri ungdómsskótaliðið

1. Arbeiðið í ungdómsskótaliðnum verður rikið eftir grundreglum fyri ungdómsskótaarbeiðið soleiðis sum samskipanin fyriskipar.

2. Ungdómsskótaliðið er býtt í patrúljur.

3. Arbeiðið í ungdómsskótaliðnum er grundað á venjingarskipanina.

4. Leiðararnir í ungdómsskótaliðnum skulu, sambært Grundlóg og Viðtøkur, virka fyri, at limirnir møta kirkjunnar boðskapi og kristiligari lívsáskoðan, samsvarandi teirra aldri og búning. Leiðararnir eiga at taka lut mest møguligt í tiltøkum, ið samskipanin skipar fyri, og útbúgva seg mest møguligt sum leiðari í leiðarafelagsskapi, á skeiðum og við at taka lut í kirkjunnar felagsskapi.

5. Liðleiðarin skal hava fylt 18 ár.

Endamálið hjá KFUM-skótunum: Samskipanin er eitt kirkjuligt arbeiði við tí endamáli at lata børn og ung møta gleðiboðskapinum og við sínum lyndisskapandi frítíðarvirksemi at uppala til dugandi samfelagsborgarar, at vera sjálvstøðug og demokratisk, at kenna ábyrgd og at virða onnur fólkasløg.

Arbeiðsgrundreglar hjá KFUM-skótunum: Endamálið hjá samskipanini eigur at vera grundað á grundreglur Baden-Powells, ið byggja á patrúljuskipanina. Hetta verður framt gjøgnum skiftandi arbeiðshættir við trúboðan, kristnifrálæru, skótaítrótti, útilívi og øðrum mennandi virksemi, har skift verður millum samarbeiði við onnur og við sjálvstøðugt virksemi hjá tí einstaka.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.