Samband   |
30. apríl 2012
Skótarnir í Leirvík hátíðarhalda 50-ára stovningardagin

5. mai 2012 eru 50 ár liđin síđan KFUM skótarnir í Leirvík - Leirvíks Páll, vóru stovnađir. Í hesum sambandi skipa skótarnir fleiri tiltřkum í Leirvík komandi vikuskifti.

KFUM-skótarnir í Leirvík, Leirvíks Páll, eru stovnađir 5. mai 1962. Teir vóru viđ byrjan bert 16 dreingir í tali og byrjađu arbeiđiđ í gomlu losjuni, og hildu til har í nřkur ár. Seinni fluttu teir oman í gamla missiónshúsiđ inntil snikkaravirkiđ á Toftanesi varđ keypt og umbygt til skótahús í 1977. Í 1982 komu gentur eisini uppí KFUM-skótarnar, sum annars bara hřvdu havt dreingir.

Martin Fjallstein, sum frammanundan var skóti í Fuglafirđi, fór undir skótaarbeiđiđ í Leirvík. Skótaovastin um hetta mundi var Jákup Bćrendsen, sum var lćrari í Fuglafirđi. Hann átti sín góđa part av at arbeiđiđ í Leirvík fekst í lag og at eitt bólkaráđ varđ stovnađ.

KFUM-skótarnir í Leirvík er eitt kirkjuligt arbeiđi viđ tí endamáli at lata břrn og ung mřta gleđibođskapinum og viđ sínum lyndisskapandi frítíđarvirksemi at uppala til dugandi samfelagsborgarar, at vera sjálvstřđug og demokratisk, at kenna ábyrgd og at virđa onnur fólkaslřg. Endamáliđ er grundađ á grundreglur Baden-Powells, iđ byggja á patrúljuskipanina. Hetta verđur framt gjřgnum skiftandi arbeiđshćttir viđ trúbođan, kristnifrálćru, skótaítrótti, útilívi og řđrum mennandi virksemi, har skift verđur millum samarbeiđi viđ onnur og viđ sjálvstřđugt virksemi hjá tí einstaka.

Bygdarfólkiđ tók vćl ímóti skótunum

Frá fyrsta degi hevur bygdarfólkiđ tikiđ sera vćl ímóti skótunum og stuđla arbeiđinum á ymiskan hátt. Skótabólkurin Leirvíks Páll mentist vćl, ađrir tóku viđ so hvřrt teir, iđ gingu undan, fóru av bygdini. Ein rćttuligur linni kom kortini í eitt tíđarskeiđ. Men so fyrst í sjeytiárunum verđur fariđ til verka av nýggjum. Skótabólkurin hevur síđani veriđ virkin og ment seg. Í áttati árunum vóru upp til 150 limir.

KFUM-skótarnir í Leirvík hava umleiđ 80 limir, frá 1. flokki og uppeftir, ein úlvaflokk, eitt skótaliđ og eitt ungdómsskótaliđ. 15 leiđarar taka sćr av tí dagliga arbeiđinum. Umframt at samla břrn og ung hvřrja viku í skótahúsinum til ymist mennandi skótavirksemi, skipa skótarnir eisini fyri legum, gongutúrum og řđrum frítíđarvirksemi í náttúruni.

Umframt at luttaka á skeiđum og legum uttanlands, hava skótarnir í Leirvík eisini veriđ virknir í landsarbeiđinum hjá KFUM-skótunum í Fřroyum, serliga í áttati árunum.

Í nógv ár hava skótarnir í Leirvík havt serstakt vinarsamband viđ skótabólkar uttanlands í Nottingham, Englandi og í Lem og Ringkřbing, Danmark.

Skótarnir hava řll árini haft gott samstarv viđ kommununa, og hava í nógv ár skipađ fyri ymiskum tiltřkum í kommununi, so sum flaggdagshaldi og kondibingo flaggdagin, tá iđ jólatrćiđ verđur tendrađ í kommununi í desember mánađi, nýggjárshaldi, familjutiltřkum v.m.

Sřgan um skótarnar í Leirvík er ein partur í bókini: "Leirvíkar bygdarsřga - Bind 2", iđ Martin Fjallstein hevur skrivađ. Sřgan um skótarnar í Leirvík er sera vćl greinađ viđ nógvum myndum og fyllir nógv í bókini.

Stórt hátíđarhald í vikuskiftinum

Ćtlanin er, at gera nógv burturúr 50-ára hátíđarhaldinum. Fríggjadagin 4. mai verđur Gudstćnasta í Leirvíkar kirkju kl. 11.00, har skótarnir skipa fyri og luttaka viđ upplestri, sangi og tónleiki.

Leygardagin 5. mai kl. 10-16 verđur Familjutiltak í Limmilund. Har verđur m.a. hřvi at royna ymiskt skóta virksemi, kappingar, postarenning, matgerđ og mangt annađ spennandi, stuttligt og áhugavert fyri alla familjuna.

Seinni um kvřldiđ verđur stór almenn veitsla í Bygdarhúsinum, har skótarnir skipa fyri. Á skránni verđur m.a. skemt, sangir og ymiskt annađ undirhald, 50 ára afturhvarv, rřđur og mangt annađ. Skótarnir bjóđa eisini suppu, drekkamunn og křkur afturviđ. Veitslan í Bygdarhúsinum byrjar kl. 19.00!

Řll tiltřkini eru almenn og řll eru hjartaliga vćlkomin og vóna skótarnir, at mong, í bygd og avbygd, vilja hátíđarhalda 50-ára stovningardagin saman viđ teimum.



 
Created by krea.fo