Samband   |
Hvussu fyrireika leguna

 

Tađ er umráđandi at finna út av í góđari tíđ hvar legan skal haldast, hvussu tit koma har til, hvat skal henda á leguni, hvat fyri mat tit skullu hava viđ og eisini leggjast budget. Her er tađ týdningarmiki at řll sum hava viđ leguna at gera eru viđ frá byrjan og eru viđ í planleggingini.

Syrg altíđ fyri at tit spyrja um loyvi til at halda legu har sum tit skullu. Havi ein, sum ikki skal viđ á túrin, men sum veit alt um túrin frá fráferđ til heimafturkoman, so at um okkurt gongur gali so kann viđkomandi siga frá og syrgja fyri hjálp. Tosa viđ stađkend fólk um har tit skullu og lurta eftur veđurtíđindinum.

 

Pakningurin:

Á legu er umráđandi at hava rřttu útgerđina viđ, her er eisini umráđandi at tađ er greitt hvat fyri lega tala er um. Tađ skal ikki havast tađ sama viđ á eina vikulegu sum eina heik-legu.

 

Hvat skal hvřr einstakur hava viđ?

Skótabúnin, undirklćđi, hosur/sokkar, heit troyggja, eyka buksur, T-shirt, skiftskógvar, svimjiklćđi, regnklćđi, gummistivlar, soviposi, lakposi, náttklćđi, liggiundirlag, sitiundirlag, sápa og eygnalappi, tannbust og tannkrem, kamb og spegl, handklćđi, tallerk, krúss, gaffil, knív, skeiđ, mateskja, viskistykki, lummalykt, seymigreiđir, skrivipapír, blýant og penn, heftiplástur, bíblian, fartelefon, kumpass, kamera, instrument.

 

Hvat skal bólkurin hava viđ?

Telt, pressenning, plřkkar+eyka, grýtir, pannur, skeribretti, breyđknív, dósaopnara, pískirís, oysu, sleiv, tendstikkar, sprit, plastikposar til skrel, uppvask, uppvaskifat, spann, wc-papír, uppvaskibust, rens-let, hándsápa, handklćđi, viskistykki, karklút, řks, sag, hamara, spaka, brýn, reip, tvein, signalflag, flagurmúslykt, hondborđ, hřggijarn, handskar, fyrstihjálparkassa.

 

Ryggsekkur

Ryggsekkurin:

Střddin av ryggsekkjinum má tilpassat tí einkutla brúkaranum. Hann má vera behagiligur at bera og skal passa til kroppin. Tađ er ikki fornuftut at keypa ein ryggsekk til at ’veksa í’, er ryggsekkurin for stórur gerst hann óbehagiligur og besverligur at ganga viđ á longri túrum og kann viđfřra skađar í rygg og mjadnar. Ryggsekkar koma í tveimum typum; sekkir viđ útvendigari rammu og sekkir viđ rammu innan ella heilt uttan rammu, tađ eru teir sokallađu anatomisku ryggsekkinir. Tann anatomiski ryggsekkurin er vćl hóskandi til túrar í fjřllini, men er bert gjřrdur til tađ sum passar innan í sekkin. Rammuryggsekkurin kann hava telt, soviposa, liggiundirlag og annađ uttan á.


Síđulummar eru eitt gott hugskot á ryggsekkum so lćtt er at koma til onkur ting, men ráđast kann frá at keypa ein viđ for nógvum lynlásum tí tey kunnu brotna og leka.


Ryggsekkurin skal hava góđa akslapolstring og sita vćl á herđunum, eitt gott belti um miđuna sum tekur eitt sindur av vektini frá herđunum. Tađ er ein fyrimunir at hava eina brřstreim sum ger at ryggsekkurin liggur vćl inn at kroppinum, men hon má ikki liggja for tćtt inn í armholuna.

Ryggsekkur

Hvussu skal ryggsekkurin pakkast?

Hřvđusregulin tá tađ kemur til at pakka ryggsekk er at tađ lćttasta skal niđast, tađ tyngsta ovast og tćttast inn at kroppinum. Ting sum tú vil hava skjótt at koma til leggjast í lummar ella so nćr opninginum sum gjřrligt.


HUGSKOT:
Sjálvt í einum ’vatntćttum’ ryggsekki kan vatn treinga inn gjřgnum lynlás og seymingina, pakka tí altíđ klćđir í plastikkposar. Hettar hevur fleiri fyrimunir, tađ heldur fyri tađ fyrsta klćđini turr og ger tađ lćttari at halda skil á tingunum.

RyggsekkurRyggsekkurRyggsekkur

Matur:

Roknađ pr/person=

50g havragrýn til greyt

100g havragrýn ( viđ mjólk )

80g rís ( leys rís )

75 – 80g  spaghetti

250-300g eplir ella grřnmeti

150-200g kjřt

2,5-3 dl suppu

1 fransktbreyđ svarar til ca. 20 flísar

1 rugbreyđ svarar til ca. 45 flísar


HUGSKOT: Fyrireika soleiđis at tađ verđur so líti rusk á leguni sum gjřrligt, tí kann tađ vera eitt hugskot at suppupakkanir eru leysir í posum. Breyđ kann skerast heimani frá og kanska eisini vera koyrt pálegg uppá, so at embalagan ikki skal berast heim viđ aftur. Eitt hugskot er eisini at hava ein beriposa viđ eyka bert til rusk og kanska ein beriposa viđ til rusk sum tit finna á vegnum.




Created by krea.fo