Samband   |

Baden-Powell



BPRobert Stephenson Smith Baden-Powell varđ borin í heim í London 22. februar 1857.


Hann var á kostskúla í Charterhouse 1870 - 76, har hann í frítíđ síni hevđi eitt spennandi útilív í skóginum kring skúlan. B-P, sum hann eisini varđ nevndur, fekk útbúgving sum heryvirmađur, og longu 19 ára gamal var hann í India, har hann fekk útbúgving í korttekning.

Tá iđ BP var 26 ára gamal, gjřrdist hann kapteinur og varđ útsendur til Suđurafrika, har hřvuđsuppgáva hansara var at tekna kort av landslagnum. B-P gjřrdist kendur undir Boarakrígnum í 1900, har hann hevđi verjuna av býnum Mafeking um hendur.


Heimafturkomin til Onglands sá B-P at nógv břrn og ungdómar vóru óvirkin - hřvdu einki mennandi frítíđarvirksemi. Hann fór nú av álvara at arbeiđa viđ hugskotum sínum um eitt uppalandi frítíđarvirksemi. B-P endađi nú arbeiđi sítt í herinum og nýtti alla sína tíđ til skótarřrsluna.

Í 1907, tá iđ B-P var 50 ára gamal, skipađi hann fyri heimsins fyrstu skótalegu, og í 1908 útkomu nřkur heftir, iđ nevndist "Scouting for Boys". Skótarřrslan breiddi seg viđ nógvari ferđ um allan heimin og gjřrdist skjótt heimsins střrsta barna- og ungdómsrřrsla.

Í 1912 giftist B-P viđ Olave St. Clair Soames, sum eisini gjřrdist virkin í altjóđa skótarřrsluni.


Í 1920 var fyrsta "Jamboree", ein altjóđa skótalega. Á hesu Jamboree varđ B-P útnevndur til altjóđa skótaovasta. Í 1929 varđ B-P gjřrdur ađalsmađur, og tók hann heitiđ "Lord Baden-Powell of Gilwell".


Lord og Lady Baden-Powell vóru á mangari ferđ saman, har tey vitjađu skótar og luttóku á skótalegum kring heimin. B-P helt fyrilestrar og skrivađi břkur um skótahugsjónina. Seinastu árini búsettust B-P og konan í Kenya í Afrika, har hann andađist tann 8. januar 1941. Lady Baden-Powell var virkin í skótaarbeiđinum til hon andađist tann 25 juni 1977.





Created by krea.fo