Samband   |
Skótahjálpin


Kunning um skótahjálpina 2011.


Skótahjálpin 2011 verđur í viku 39, frá leygardegnum 24. september til leygardagin 1. oktober 2011.


Eins og undanfarin ár, stuđlar skótahjálpin tveimum verkćtlanum, eini fřroyskari og eini útlendskari verkćtlan.


Í 2011 stuđla vit fřroyskari verkćtlan hjá DIABETESFELAGNUM, sum m.a. skipar fyri barna- og ungdómslegum av og á, har břrn og ung kunnu koma saman viđ systkjum og foreldrum bćđi til gamans, men sanniliga eisini til álvara.

Diabetesfelag Fřroya er felagskapur fyri tey, sum hava sjúkuna diabetes, bćđi typa 1, eisini kallađ ungdómsdiabetes, og fyri tey, sum hava diabetes –typa 2. Felagiđ er eisini fyri tey, sum annars hava áhuga í diabetes, bćđi avvarandi at teim sjúku ella heilsustarvsfólk, og eru umleiđ 600 limur í felagnum.

Tađ eru umleiđ 30 břrn og ung undir 18 ár í Fřroyum, sum hava diabetes- typa 1. Hesi mugu fáa insulin fleiri ferđrir dagliga, antin viđ at sproyta seg, ella viđ at fáa eina sokallađa “insulinpumpu” sum regluliga pumpar insulin inn í kroppin. Tađ hevur stóran týdning fyri hesi břrn og ungu at tey kenna sjúku sína vćl og vita, hvat er til ráđa at taka, um okkurt óvanligt er áfatt.


Útlendska verkćtlanin er ein SKÚLAVERKĆTLAN Í SANTIBARI Í INDIA, sum Lisbeth Mortensen stuđlar. Santibariskúlin í India er virkin á fimta ári, eftir at Skótahjálpin stuđlađi byrjanini av skúlanum í 2006. Skúlin hevur innivist á Santibari-barnaheiminum, sum er ein oasa í einum ógvuliga fátćkum landsluti í Norđur Indiu. Barnaheimiđ verđur rikiđ av ”International Břrnehjćlp”. Har búgva 50 gentur í aldrinum 0-18 ár. Heimiđ hevur til endamáls at genturnar skulu fáa nógvan kćrleika, tryggleika og útbúgving, so at tćr, hóast ógvuliga harđar umstřđur, kunna klára líviđ tá tćr fara úr heiminum, 18 ára gamlar. Ofta vilja familjurnar hava genturnar heim fyri at giftast ella fyri at taka sćr av teimum eldru, men leiđslan á Santibari roynir at geva teimum eina útbúgving, um familjurnar játta.


Undir eini vitjan á barnaheiminum sat Lisbeth Mortensen(sum er kontaktin hjá Skótahjálpini til barnaheimiđ) og tosađi viđ leiđaran, Nekbar Mia, sum greiddi henni frá, at hann hevđi eitt stórt ynski um at gera ein skúla fyri tey fátćku břrnini í bygdini, sum ikki gingu í skúla, tí foreldrini ikki hřvdu ráđ. Í India verđur goldiđ fyri skúla, búnar og břkur.


Stuđilin frá Skótahjápina gjřrdi at dreymurin hjá Nekbar bleiv til veruleika. Nekbar Mia doyđi knappliga í 2008, stutt aftaná at Lisbeth vitjađi á Santibari. Men einkjan hjá honum, Kanti Halder, sum var lćrari í bygdaskúlanum, avgjřrdi at halda fram viđ skúlanum.


Nú eru fimm flokkar á skúlanum, viđ teimum, sum ganga í barnagarđsflokki. Í ár hevur skúlin umleiđ 100 nćmingar. Eftir fjórđa flokk fara břrnini á Missiónsskúlan í bygdini.


Nćmingarnir fáa eina máltíđ um dagin og frugt áđrenn tey fara heim. Hetta verđur goldiđ av Lisbeth, sum útvegar peningin viđ at selja málningar, postkort, frímerkir oa.


Síđani skúlin byrjađi hava tey fingiđ eitt lítiđ bókasavn. Nú verđur mřguleiki at keypa fleiri břkur og undirvísingartilfar.


At fáa hjálp frá Skótahjálpina einaferđ enn, fer at gera ein stóran mun fyri nćmingar og lćrarar. Tey fáa mřguleika fyri at fáa gestalćrarar, so střđiđ á undirvísingini kann hćkkast. Nćmingarnir sleppa á útferđ, so tey kunna síggja umráđiđ uttanfyri bygdina, har tey búgva. Spćliplássiđ skal fríđkast. Břrnini kunnu fáa nakrar teldur. Hetta fyri at beina vegin til at kunna fáa arbeiđi, tá tey verđa vaksin.


Um onkur skúlaflokkur í Fřroyum kundi hugsađ sćr, at skriva saman viđ einum flokki í Santibariskúlanum hřvdu břrnini veriđ sera fegin. Samband fćst umvegis t-post:lisbeth_henni@hotmail.com.

Nevndin fyri skótahjálpina vćntar at tín skótabólkur íđin vil luttaka í skótahjálpini 2011.

Og at ONKI annađ tiltak verđur í viku 39 (heldur ikki í vikuskiftunum).


Aftur í ár ber til at taka dugnađartekin í samband viđ skótahjálpina. Nćrri kunning um hetta verđur at fáa á heimasíđu okkara: www.scout.fo – undir: Skótahjálpin (til hřgru), tá vika 39 nćrkast.


Treytin fyri at fáa dugnađartekin er, umframt at hava luttikiđ í innihaldinum á dugnađartekninum, at hvřr skóti hevur luttikiđ í skótahjálpini, t.v.s. at skótin hevur savnađ pening til skótahjálpina 2011.


Viđ vón um eina góđa skótahjálp 2011.



Viđ skótakvřđu

Nevndin fyri skótahjálpina










Created by krea.fo