Samband   |
Altjóđa skótar

Sum Skóti ert tú viđ í heimsins střrstu barna- og ungdómsrřrslu. Í dag eru fleiri enn 25 milliónir skótar i fleiri enn 160 londum.

Tú ert viđ i einum heimsumfatandi felagsskapi, har břrn, ung og vaksin, kring allan heimin, eru viđ. Fólk viđ ymiskum húđaliti, ymiskum umstřđum, ymiskum uppvřkstri, ymiskari mentan og átrúnađi.

Men řll eru felags um skótahugsjónina, iđ m.a. fevnir um vinalag og hjálpsemi tvřrtur um landarmřrk.

Skótarřrslan er skipađ í tveir altjóđa felagsskapir. WAGGGS (gentuskótafelagsskapurin), har KFUK-skótarnir og FH-skótarnir eru limir, og WOSM (upprunaliga dreingjaskótafelagsskapurin), har Fřroya Skótasamband, KFUM-skótarnir, og FH-skótarnir eru limir.

Altjóđa felagsskapimir arbeiđa tćtt saman og eftir somu grundreglum, sum eru hesar:

Skyldan móti Guđi
Trúgvin á ein mátt, iđ er střrri enn menniskjan.

Skyldan móti řđrum
Hjálpsemi móti nćstanum, ábrydd fyri samfelagnum, millumtjóđa fatan og altjóđa vinalag.

Skyldan móti sćr sjálvum
Ábyrgd fyri síni heilsu, skapandi hugsan, sjálvsvirđing og persónligari menning.

Virđing fyri řllum livandi
Ábyrgd fyri umhvřrvinum, hava fyrilit fyri plantum og dýrum tá iđ ferđast verđur i náttúruni.


Skótar kring heimin hava nógv onnur felags eyđkenni, so sum skótabúnan, eina stigdeilda venjingarskipan, skótaheilsanina, skótalógina, skótalyftiđ og loysanarorđ skótanna: Ver til reiđar!






Created by krea.fo