Samband   |
Skótar
Skótaliđiđ hevur skótafund hvřnn týsdag kl. 19-21. Leiđarar hjá skótunum eru Áslakur Heinesen (585382), Viktor P. Joensen og Sóley Mikkelsen.

Patrúljuskipanin


Í skótaliđnum eru skótarnir býttir upp í eindir, vit nevna patrúljur. I ein patrúlju eru 5-7 skótar. Tađ er ikki av tilvild, at so er, tí hetta er nevniliga ein arbeiđsháttur, iđ er sermerktur fyri skótarřrsluna. Tađ er í patrúljuni, at skótin lćrir sjálvbjargni, at arbeiđa saman viđ řđrum, at hava medávirkan og kenna ábyrgd.

Endamáliđ viđ patrúljuskipanini er, at geva so nógvum skótum sum gjřrligt veruliga ábyrgd.

Patrúljuskipanin ger, at hvřr einstakur skóti kennir medábyrgd fyri, at tađ gongur vćl í patrúljuni. Og hetta vil virka til, at hvřr patrúlja kennir sína ábyrgd fyri, at tađ gongur liđnum vćl. Viđ patrúljuskipanini lćra skótarnir, at teir hava ávirkan á tađ, iđ teirra liđ arbeiđir viđ.

Hvřr patrúlja velur sćr ein patrúljufřrara.

Leidarin vćntar sćr nógv av patrúljufřraranum og gevur bonum fríđar hendur til skótaarbeiđiđ í patrúljuni.

Baden-Powell (Scouting for Boys, 1908)
 

Sum skóti ert tú viđ í eini patrúlju, saman viđ 5-7 řđrum skótum. Tađ er í patrúljuni tú upplivir rćtta skótaliviđ. Patrúljan er nóg stór til at loysa uppgávur og samstundis nóg lítil til, at řll kunnu verđa viđ, tá iđ avgerđir skulu takast.


Patrúljan er altíđ virkin. Einaferđ um vikuna hava tit patrúljufund, har tit lćra nakađ nýtt, tit venja tykkum i ymiskum skótakynstri, og tú ert viđ í einum vinalagi har tit uppliva nakađ saman.


Flestu patrúljur fara minst ein patrúljutúr um mánađin. Tit kunnu fara i hagan viđ tjaldi, ella tit kunnu fara eina gonguferđ til ađra bygd, - ja, mřguleikarnir eru nógvir.


Summar patrúljur hava sítt egna patrúljurúm, međan ađrar patrúljur mugu býta rúmiđ viđ ađrar. Men umráđandi er, at tit hava ordan í rúminum og í útgerđini hjá patrúljuni, so tit hava eitt hugnaligt umhvřrviđ, har trivnađur er.


Sum skóti hevur tú mřtiskyldu. Týđandi er, at tú mřtir til hvřnn patrúljufund, tí patrúljan er ein arbeiđseind, har řll hava ábyrgdina av, at tađ gongst patrúljuni vćl.

Skótalyftiđ, skótalógin & loysanarorđiđ


1. Skótalyftiđ:
Viđ ćru míni gevi eg tađ lyfti, at eg eftir fřrimuni vil vera trúgvur móti Guđi og landi mínum, at vera hjálpsamur móti řllum og halda skótalógina.

2. Skótalógin:

1. Skótin er sannur í talu og atferđ.

2. Skótin er trúgvur.

3. Skótin er hjálpsamur.

4. Skótin er góđur vinur.

5. Skótin er hřviskur í řllum lutum.

6. Skótin er djóravinur.

7. Skótin er lýđin.

8. Skótin er sparin og rřkin.

9. Skótin er vćl hýrdur.

10. Skótin er reinur í huga, orđum og gerđum.


3. Loysanarorđ skótanna:
Ver til reiđar!


Skótabúnin


Vit nýta skótabúnan sum tekin um felagsskap og um góđsku.
Fólk flest hava eina meining um hvat er "innanfyri" - hvat vit standa fyri.
Vónandi er búnin tekin um nakađ gott og jaligt.

Nćr eru vit í búna?

  • Á skótafundum og til og frá fundum
  • Á legum
  • Tá iđ flaggađ verđur
  • Til andaktir og gudstćnastur
  • Viđ onnur tiltřk uttanfyri skótahúsiđ.


Hvussu bera vit búnan?


Til skótabúnan hoyrir turriklćđi, skótabelti, slíđraknívur, venjingarhefti,

sangbók, knútaband, pennur og notisbók.







Created by krea.fo